Tógvhandil

Tað ørðvísi tógvi

Frá Italia & Turkalandi

Italia

ADRIAFIL

Sí okkara Adriafil-savn

Eyðin Gøte var ein bygdamynd í Norðragøtu mínum barndómsárum. Eg minnist hann og konuna, Kristinu – vit nevndu hana Dinn-omma, sum eitt góðsligt eldri par – altíð blíð og fyrikomandi.

Umleið 1942 bygdi Eyði hoyggjhúsið, sum er Eygastova í dag. Hoyggjhúsið varð sett í stand á vetri 2022-23 og í februar lat Eygastova upp við eini ørgrynnu at øðrvísi tógvi, sum fyri mesta partin ikki eru at fáa aðrastaðni í Føroyum.

Eygastova er ein hugnalig stova, har er fjálgt at koma inn og njóta løtuna og kanska binda eina løtu afturvið einum kaffimunni og einum góðum práti.

Til ber eisini hjá smærri bólkum at leiga hølið til prát, hugna, borðspøl ella annað. Møguleiki er at gera ein drekkamunn.

Pláss er fyri umleið 12 fólkum við tey 3 kafé-borðini.

Verið vælkomin í Eygastovu

KNITPRO

Merkir

Vitja okkum

Handilin er opin:

Hósdag frá 17:00 til 19:00
Leygardag frá 10:00 til 12:00
Annars eftir avtalu

Vit eru her:

Tróndargøta 13, 512 Norðragøta. Sí niðanfyri!

Tógvhandil í Norðragøtu🧶

TAÐ LEKRA TÓGVIÐ