Nærri upplýsingar um vøruna
1 Class er tað góða, serkenda hosutógvið frá Mayflower. Tað er vælegnað til alt frá hosum og skóleistum (tí tað er styrkt) til troyggjur og blusur til vaksin og børn ella til turrikløð, húgvur og vøttir.
1 Class verður framleitt í Italiu á einum spinnaríði, sum er serútgjørt til at framleiða hosutógv. Suðuramerikanska góðskuullin verður blandað við polyamid, og harvið verður komið fram til ta heilt røttu javnvágina millum slitstyrki og hita í bundna plagginum.
Við 1 Class fært tú eitt ósamanbæriligt hosutógv, sum er spunnið á eyka longum ulltægrum. Tað tryggjar, at tínar heimabundnu hosur verða slitsterkar og haldgóðar. 1 Class er framleitt við mulesing-fríari ull, sum er superwash viðgjørd, soleiðis at pløgg, sum eru bundin við hesum tóvnum saktans kunnu vaskast í maskinu. Hendan suðuramerikanska ullin er av serliga høgari góðsku og kennist fjálg ímóti húðini. Hetta tógvið er serliga vælegnað til barnatroyggjur, tí tað er slitsterkt.
Tilfar: 75% ull, 25% polyamid
Longd: ca. 210 m pr. 50 gr
Bindifastleiki: 28 ey x 42 st = 10 x 10 cm
Tilráddir stokkar: 2,5-3 mm
Vekt: 50 g
Tógvbólkur: Super Fine