Treytir
Ognarrættur
Tað, ið selt er (her uppií tilhoyr), er selt við ognarfyrivarni og er ogn seljarans, til keypari hevur goldið allan keypsprísin umframt rentur og meirkostnað eins og møguligar útreiðslur av tí selda, ið seljari hevur goldið vegna keypara.
Avgreiðslutíð og force majure, tað eru umstøður, ið ikki ber til at hava tamarhald á, t.e. kríggj, náttúruvanlukkur o.tíl.
Ein og hvør bílegging verður avgreidd við force majure-fyrivarni, her uppií kríggj, borgaraligur ófriður, náttúruvanlukkur, verkføll og verkbann, ólag í rávøruveiting, eldur, skaði á framleiðslutól hjá seljara ella hjá tí, ið hann fær vørur frá, at okkurt svíkur í flutningsmøguleikunum, innflutnings- ella útflutningsbann ella onnur viðurskifti, ið forða ella avmarka seljarans ella vøruveitara hansara, møguleikarnar at avgreiða vøruna. Seljari hevur í slíkum førum valið millum at siga upp keypið ella partar av tí, ella at lata avtalaðu vøru, beinan vegin, ið forðingin fyri vanligari vøruavgreiðslu er av. Seljari hevur í slíkum førum onga ábyrgd av nøkrum tapi hjá keypara, sum stendst av, at hann ikki fær avgreitt vøruna.
Varnarting, t.e. lógøki, har rættarviðgerð fer fram, og lógval
Danskur ella føroyskur rættur tekur avgerð, stingur onkur ósemja seg upp, og eitt og hvørt rættarmál fer eftir seljarans vali at verða lagt fyri Rættin. Avtala kann gerast um gerðarrætt.
eygastova@gmail.com
Tróndargøta 13, Norðragøta, Faroe Islands