Nærri upplýsingar um vøruna
Lace & Basic eru pakkar við 5 stokkum til at binda ermar, sokkar ella annað runt við. Stokkarnir eru í trimum litum: 2 bláir, tveir gulir og ein reyður í hvørjum sett og kunnu brúkast soleiðis, at tú kanst brúka litirnar at telja stokkar ella umfør við; eitt nú er eitt umfar bundið hvørja ferð tú kemur til tann reyða stokkin.
Tað serliga við hesum settunum av ermastokkum, sum kallast Lace & Basic er, at annar endin á hvørjum stokki er spískur, og tí væl egnaður til at binda t.d. holmynstur ella snar, og hin endin er vanligur- heldur rundari.